Mynd: Leiff Josefsen/Sermitsiaq.AG

Horvna flogfarið í Grønlandi funnið

Sverri Egholm

18.09.2014 - 06:06

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Seinnapartin í dag varð lítla privatflogfarið, sum hevur verið horvið síðani 11. september, funnið stutt frá flogvøllinum Kulusuk.

Hetta váttar Camilla Hegnsborg fyri Sermitsiaq.AG í dag.

- Flogfarið varð funnið seinnapartin í dag af einari tyrlu hjá Air Geenland sum var í rutuflúgving. Alt peikar uppá at tað er ein 39 ára gamal amerikanskur flogskipari, sum var í flogfarinum sum hvarv, sigur Camilla Hegnsborg.

Stutt frá flogvøllinum
Flogfarið bleiv funnið stutt frá flogvøllinum í Kulusuk, sum flogfarið skuldi lenda á 11. september men hóast tað hevur tað ikki eydnast at sæð vrakið. Væntandi vegna veður.

Myndugleikarnir hava ikki havt nakað samband við flogfarið síðani hósdagin 11. september um 14 tíðina tá flogfarið skuldi lenda í Kulusuk í eystur Grønlandi og kom frá Keflavík í Íslandi.

Les eisini: Vánaligt veður órógvað leitingina
Les eisini: Flogfar horvið í Grønlandi