Mynd: TV2

Horvni undirvatnsbáturin: Eigarin skuldsettur fyri dráp

Steinar Patursson

11.08.2017 - 20:41

Tíðindi > Danmark

Peter Madsen - eisini róptur Raket-Madsen - er nú skuldsettur fyri at hava gjørt av við svensku kvinnuna, sum í morgun var við umborð á kavbátinum Nautilus.

Myndugleikarnir fóru í morgun at leita eftir kavbátinum, eftir at einki hoyrdist frá honum, og unnustin hjá kvinnuni gjørdi vart við, at hann fekk ikki samband við kavbátin.

Peter Madsen varð bjargaður úr sjónum nærhendis Dragør, skrivaði TV2 tá, men kavbáturin var sokkin og einki var at síggja til svensku kvinnuna.

Madsen sigur sjálvur, at hann hevði sett kvinnuna í land á Refshalaoynni um kl. 22:30 í gjár, men eftir øllum at døma hevur løgreglan illgruna um, at okkurt ófrættakent er farið fram og hevur sostatt skuldsett Peter Madsen, sum eisini hevur bygt undirvatnsbátin, fyri at hava dripið svensku kvinnuna, skrivar DR.

Svenska kvinnan var tíðindafólk, og hildið verður, at hon var umborð, tí hon skuldi skrivað eina søgu um bátin.

Løgreglan í Danmark leitar í løtuni eftir vitnum, ið møguliga hava sæð tey bæði farið í ella úr undirvatnsbátinum í gjár.

Les eisini: Leita eftir kavbáti í Keypmannahavn

Les eisini: Kavbáturin sakk - óvist hvar svenska kvinnan er