(Savnsmynd)

Hotel Føroyar tvífaldar kapasitetin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

01.12.2017 - 15:00

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Stórar útbyggingarætlanir eru á Hotel Føroyum oman fyri Havnina. Komandi tvey árini verður hotellið bygd út, so at talið av kømurum tvífaldast úr 106 til 210 kømur.

Í løtuni verður arbeitt við at innrætta bygningin Kerjalon, sum higartil hevur verið brúktur sum vallaraheim, til hotellkømur á sama støði, sum fyri restina av hotellinum.

Eftir ætlan verða hesi 23 nýggju hotellkømurini klár til at taka í nýtslu í apríl mánaði, tá kapasiteturin á hotellinum sostatt hækkar til 129 kømur.

Men ikki nokk við tað. Sermerkti bygningurin, sum teknistovan hjá Friis & Moltke teknaði inn í landslagið við Marknagil fyrst í áttatiárunum, verður gjørdur enn longri. Hotellið verður bygd út við fleiri kømurum í báðum endum.

Tilsamans er talan um at skaffa hotellinum 81 kømur afturat. Tá henda útbygging eftir ætlan verður liðug í 2020, kemur kapasiteturin á Hotel Føroyum sostatt upp í 210, í øllum førum er talan um 4-stjørnað hotellkømur. Fyrst verður farið undir at útbyggja 41 kømur vestureftir, sum verða liðug í 2019, og síðan 40 kømur eystureftir, sum ætlandi verða liðug í 2020.

Tað liggja eisini ætlanir á tekniborðinum at økja um kamarskapasitetin á Hotel Tórshavn í Vágsbotni.