Eitt eldri uppskot um hvussu ein nýggjur hotelbygningur kann taka seg út við gamla kommunuskúlagarð (Tekning: MAP Arkitektar)

Hotel Tórshavn verður tvífaldað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.12.2017 - 13:34

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Føroyski ’hotelrisin’ Gist&Vist hevur ikki bert ítøkiligar ætlanir um at útbyggja Hotel Føroyar uppi í Kerjum oman fyri Havnina. Eisini eru ítøkiligar ætlanir um at víðka um Hotel Tórshavn, fyrrverandi sjómansheimið, í hjartanum av Havnini.

Á býráðsfundi í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til eina umsókn um at fáa longt freistina á einum byggiloyvi, sum varð givið í 2010, so at bygningurin kann standa liðugur í seinasta lagi 1. juli 2020.

Ein samd fíggjarnevnd mælir til at taka undir við umsóknini.

Talan er um at byggja verandi Hotel Tórshavn út niðan eftir móti gamla posthúsinum, núverandi Snarskivuni hjá kommununi, har nakrir parkeringsbásar eru í dag. Byggingin kemur eisini at raka lonina, sum nú hýsir eini kafé og fish&chips.

40 kømur afturat
Tá útbyggingin er liðug, verður Hotel Tórshavn víðkað við 40 tvíkømrum afturat. Í løtuni eru 43 kømur við 76 seingjum á hotellinum, men gamli parturin av hotellinum skal ætlandi eisini umbyggjast, so at hotellið fær 75 kømur.

- Øll tey nýggju kømurini verða 4-stjørnað, og tað liggur eisini í ætlanini, at núverandi Hotel Tórshavn skal uppstigast frá trimum til fýra stjørnur, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist.

Talan verður um ein bygning í somu hædd, sum núverandi hotellið og snarskivu-bygningin norðanfyri. Bygningurin verður í fimm hæddum við útvendum virksemi bæði út móti Tórsgøtu og út móti gamla kommunuskúlagarði við Vaglið. Tvær hæddir verða ’undir veghædd’ í mun til Vaglið, og tríggjar yvir. Hvør hæddin hevur eina vídd upp á góðar 300 fermetrar.

- Tað verður útvent virksemi bæði á Vaglinum og móti Tórsgøtu, men hvat tað verður, er støða ikki tikin til enn, sigur Johannes Jensen, sum eisini upplýsir, at hansara felag enn ikki hevur havt samband við tær vinnufyritøkur, sum í løtuni leiga hølir í lonini millum ráðhúsið og snarskivuna.

Fingu byggiloyvi í 2010
Tórshavnar kommuna átti økið, har hotel nú skal byggjast á. Kommunan seldi partafelagnum TF Ognir 500 fermetrar av matriklinum, har ráðhúsið stendur á, í 2010, og tá varð eisini givið eitt byggiloyvi, ið var treytað av, at byggingin skuldi byrja í seinasta lagi 1. apríl 2012 og verða liðug 1. apríl 2014.

Sum kunnugt varð ongantíð farið undir hesa ætlan. Nú hevur pf. Gist&Vist keypt økið, og ynskir at tryggja sær, at neyðugt loyvi framvegis fæst til ætlanina, og tað er tað, sum býráðið skal taka støðu til í kvøld.

- Vit hava gjørt skitsur av bygninginum, men endalig avtala um útsjónd og hvør skal tekna, er ikki gjørd enn, men ætlanin er so mikið fyrireikað, at vit hava nóg mikið av tilfari til at søkjast kann um byggiloyvi innan árið er úti, sigur Johannes Jensen.

Men berast skal skjótt at, um nýggja hotellið skal standa liðugt á sumri 2020.

- Vit ynskja at arbeiðið gongur skjótt, tí eitt slíkt byggjarí kemur sjálvandi at órógva miðbýin nakað, og tí er tað okkara ynski, at arbeiðið ikki tekur alt ov langa tíð, sigur Johannes Jensen.