James Mattis, amerikanski verjuráðharrin (t.v.) og Song Young-moo, suðurkoreanski verjuráðharrin (t.h.) (Mynd: EPA)

Hóttanin úr Norðurkorea um atomkríggj veksur

Ari av Rana

29.10.2017 - 11:54

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanski verjuráðharrin, James Mattis, sigur, at hóttanin um eitt atomálop úr Norðurkorea er støðugt vaksandi. Hetta segði Mattis, tá hann var á vitjan í Suðurkorea sambært BBC.

Mattis legði fyri, at Norðukorea kann vænta sær eitt ógvusligt hernaðarligt aftursvar, um landið nýtir atomvápn.

- Norðurkorea hevur økt um hóttanina móti sínum grannum og heiminum gjøgnum sítt ólógliga og óneyðuga missil- og atomvápnaprogramm.

Mattis metti, at Norðurkorea vísir yvirgangs atburð og at tað er neyðugt hjá USA og Suðurkorea at arbeiða harðari fyri trygdina í økinum.