Týr á Tórsfest í summar (Mynd: Olaf Olsen)

Hóttir av Sea Shepherd boykotti: Týr bakkar ikki fyri ørvitisknokkum

Sverri Egholm

26.08.2016 - 20:05

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Ein konsertferð í Evropa, sum føroyski tónleikabólkurin Týr skuldi fara á, er í vanda fyri at vera fyri boykotti. Hetta tí, at oddamaðurin í bólkinum, Heri Joensen, hevur lagt eina mynd út, har hann sæst í einum grindadrápi.

Hetta visti Dagur & vika í kvøld

Myndin hevur fingið fólk at senda teldupostar í rúgvuvís til fyriskiparar fyri konsertum og lagt trýst á fyriskiparar av konsertum í bæði Týsklandi og Hollandi. Hetta hevur fingið nakrar av fyriskiparunum at avlýst konsertina á ætlaðu konsertferðini hjá bólkinum.

Í teldupostunum verður hótt við at gera mótmælisgongu uttanfyri konsertirnar hjá teimum. Eisini verða orð sum “Bloodthirsty barbarians” ella “Blóðtyrstir villmenn”. Tað verður hildið at Sea Shepherd stendur aftanfyri hetta.

Heri Joensen greiðir í Degi & viku frá, at ein av fyriskiparunum hevur fingið 70 teldupostar við hóttanum. Fyriskipararnir vita ikki betri og hava ikki tíð at seta seg í alt, segði hann.

Forsangarin í tungmálsbólkinum hevur tó góðar vónir um at teir sleppa avstað og hann angar ikki, at hann hevur lagt myndina út.

- Eg haldi at man skal leggja slíkar myndir inn, tí byrjar man at bakka fyri ørvitisknokkum, so veit man ongantíð hvar man endar, sigur Heri Joensen við Dag & viku.