House of Cards-forfilmur: Claire Underwood gerst forseti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

05.03.2018 - 11:21

Mentan > List > Filmslist

Nýggjur forfilmur av vælumtóktu Netflix sendirøðini House of Cards er er útgivin. Eftir ákærurnar um kynsligan ágang, valdi Netflix at siga farvæl við Kevin Spacey, sum hevði leiklutin sum Frank Underwood, forseti í USA.

Nú Frank ikki longur er við í sendirøðini, er tað kona hansara Claire, sum setur seg í forsetasessin.

51 ára gamla Robin Wright hevur leiklutin sum Claire Underwood. Robin Wright fekk sítt stóra gjøgnumbrot sum Jenny í Oscar vinnandi filminum “Forrest Gump” frá 1994. Hon var tilnevnd bæði Oscar og Golden Globe fyri sín leiklut sum Jenny.

Við leiklutinum sum Claire Underwood er Robin Wright vorðin kend sum eitt mótaikon, og er hon ein av mest hataðu karakterleiklutunum sum eru.

Komandi sesong av House of Cards verður bert 8 partar long, heldur enn 13, sum hinar hava verið. Nýggja sesongin verður at síggja á Netflix í heyst.