Mynd: DR

Houston: Áðrenn og aftaná Harvey

Sverri Egholm

30.08.2017 - 18:44

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Síðani fríggjadagin eru milliardir av litrum av vatni floymdar yvir býin Hourston og landsynningspartin av Texas. Ódnin hevur fingið navnið Harvey, og hevur gjørt vegir til stórar áir.

Higartil hevur ódnin kravt 20 mannalív.

Her eru nakrar myndir sum vísa hvussu Houston sá út áðrenn og nú meðan Harvey herjar.