Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høvuðsstaðarkommunan setur met


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

13.09.2017 - 17:29

Tíðindi > Fólkatal

Ongantíð hava so nógv fólk búð í Tórshavnar kommunu. Seinasta árið er kommunan vaksin við út við 300 íbúgvum, og nú búgva 42 prosent av landsins íbúgvum í høvuðsstaðarkommununi – og tað er fyrstu ferð, tað er hent.

Góða gongdin í samfelagnum sæst eisini aftur í stóra eftirspurningin eftir bústøðum í Tórshavnar kommunu. Bæði í 2011 og árið eftir minkaði fólkatalið í Tórshavnar kommunu, men í 2013 bragdaði, og síðani eru vit vorðin oman fyri 1.250 fleiri fólk í kommununi. Eisini aðrastaðni í landinum gongur væl, og allir føroyingar kunnu fegnast um, at seinastu trý árini eru munandi fleiri fólk flutt til Føroya enn av landinum. Stóri vøksturin hevur við sær avbjóðingar.

- Tað er umráðandi, at vit bæði útvega grundøki, og at vit fáa fjøltáttað bústaðarmynstrið í kommununi. Í næstum fara vit at bjóða 48 nýggj grundøki aftrat út við Klingurstjørn umframt, at stykkjað verður út til áleið 70 búeindir í Hoyvík. Lutakast verður í morgin millum tey, sum vilja hava grundøki á Hamrabøi í Kollafirði, har vegur er gjørdur til 22 grundøki, og í Nólsoy eru eisini 5 grundøki á veg. Við Karlamagnusarbreyt eru eisini lunnar lagdir undir fleiri privatar íbúðarverkætlanir, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Evnisdagur um bústaðarmarknaðin
Til tess at seta ferð á stóra eftirspurningin eftir onkrum at búgva í, hevur Tórshavnar kommuna boðið byggifeløgum, eftirlønargrunnum og peningastovnum, landinum og øðrum myndugleikum til evnisdag, har átrokandi tørvurin á bústøðum verður viðgjørdur.

- Tørvurin á bústøðum er millum stóru avbjóðingarnar í løtuni. Tað er gleðiligt, at so nógv vilja búgva í høvuðsstaðnum, og tí taka vit nú stig til at savna teir partar, sum í felag kunnu lyfta uppgávuna at útvega fleiri leigubústaðir, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Um fáar vikur kunnu nógv spent lesandi flyta inn í lestraríbúðirnar í fyrrverandi kommunuskúlanum, tá ið 37 lestraríbúðir eru lidnar. Privatir hava eisini tikið stig til leiguíbúðir, so nógv er á veg. Men eftirspurningurin er størri enn útboðið í løtuni.

Allir partar seta seg niður
Á evnisdegnum, sum verður hildin mikudagin 27. september, fara byggifeløg, eftirlønargrunnar og peningastovnar saman við øðrum í felag at umrøða, hvørji stig eru røtt at taka, so fleiri leigubústaðir verða bygdir. Ítøkilig uppskot fara at koma undan kavi á fundinum, sum skulu seta ferð á arbeiðið at byggja fleiri leigubústaðir í Tórshavnar kommunu.

At tørvurin á bústøðum er stórur og fer at vera stórur í Tórshavnar kommunu í framtíðini sæst aftur á mongum økum – millum annað eru munandi fleiri foreldur søkt um dagstovn til børnini seinasta árið enn árið frammanundan. Síðani 13. september í fjør og til í dag 13. september 2017 eru komnar 447 umsóknir umvegis sjálvgreiðsluna hjá Tórshavnar kommunu. Fyri sama tíðarskeið eitt á frammanundan komu 367 umsóknir til dagstovn.

Niðanfyri sært tú nøkur lyklatøl fyri Tórshavnar kommunu.