Hoydal sigur fólkatingssessin frá sær



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 10:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ið varð fyrstvaldur á Fólkating á valinum 18. juni 2015, hevur nú sagt fólkatingssessin frá sær, so at sessurin nú fellur til Magna Arge, sum annars hevur sitið sum varamaður á fólkatingi fyri formann sín.

Sum ’fastur’ maður á tingi hevur Magni Arge møguleika at fara í farloyvi, nærum sum honum lystir, og harvið hevur Tjóðveldi loyst trupulleikan við, at Magni Arge í summar hevur sitið sum bæði fólkatings- og løgtingslimur í greiða andsøgn til lyftið, sum Tjóðveldi gav veljarunum undan valinum.

- Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum, sigur Høgni

Hoydal, floksformaður í fráboðan, sum er send út í dag.

Magni Arge boðar í sama viðfangi frá, at hann tekur farloyvi úr Løgtinginum frá í dag at rokna.