Hoyr sangin her: Julius er á veg

Sverri Egholm

13.11.2017 - 18:00

Mentan > Mentan > Tónleikur
So er tað her. Eyðkennislagið av jólakalendaranum um Julius og Rógva, sum byrjar á Portalinum 1. desember.

Lagið hevur heitið "Julius er á veg", og tað er Edith Dahl Jakobsen, sym syngur. Beinir Troest Rasmussen hevur gjørt orð og lag

Kórið "Ung stjørnuskot" hjá Sigrið Sivertsen syngja eisini.

Hvønn dag til jólaaftan verður ein nýggj lúka tøk við einum parti av "Julius og Rógva". Hvør partur er umleið 15 minuttir til longdar og er gjørdur til alla familjuna at hyggja at.

Sasho Bjartsson og Rógvi Brekku Dam hava samskipað jólakalendaran.

"Julius er á veg" hoyrist omanfyri, og har ber eisini til at síggja upptøkur úr jólakalendaranum.