(Mynd: dr.dk)

Hoyrið Grand Prix sangin hjá Kristel

Ingi Samuelsen

13.01.2016 - 10:01

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Nú eru teir almennir – teir 10 sangirnir, sum 13. februar skulu kappast um at gerast danska íkastið til altjóða Eurovision sangkappingina seinni í vár.

Eitt óhapp hendi í vikuskiftinum, tá fløgan við donsku sangunum varð latin leys á Spotify. Nú eru sangirnir so almennir, skrivar Danmarks Radio, har til ber at hoyra teir 10 sangirnir, og sama er galdandi fyri Spotify.

Sangurin hjá føroyska songfuglinum Kristel Lisberg eitur ”Who Needs a Heart” og er skrivaður Sara Ljunggreen og Jonas Gladnikoff. Jonas Gladnikoff hevur fyrr skrivað grand prix-sangir fyri Írland, millum annað finalusangin í 2010, ”It’s for You” og ”Someday”, sum gjørdist nummar tvey í donsku sangkappingini árið fyri.

Sangirnir, ið kappast 13. februar kunnu síggjast á serligu Grand Prix síðunumhjá DR