Savnsmynd: SVerri Egholm

Hoyvík fekk trupulleikar við aksilsgeneratorinum á feltinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

07.03.2018 - 12:50

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Hoyvík hevur sett kós móti landi av svartkjaftafeltinum, við 600 tonsum av svartkjafti. 

Hoyvík var júst komin á fiskileið tá ið aksilsgeneratorurin fór, og tí mátti kósin setast móti landi aftur.

- Tá ið vit silgdu niður móti svartkjaftafeltinum fór aksilsgeneratururin, vit gjørdu eina roynd at fiska, men ljósmotururin kláraði ikki trýsti, og vit máttu seta kós móti Føroyum aftur, upplýsir Hildibjartur Olsen, skipari.

Hoyvík verður inni í kvøld, og veiðan skal landast í Fuglafirði. Tá ið teir hava landað, skal skipið til Havnar, har trupulleikin skal loysast.

- Eg veit ikki enn hvussu umfatandi arbeiðið er, men vónandi gongur tað skjótt. Hetta er eitt hendiligt óhapp, men enn er ov tíðliga at siga hvussu leingi arbeiðið tekur at loysa trupulleikan, upplýsir Hildibjartur Olsen, skipari.