Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Hoyvík hevur landað makrel til Faroe Pelagic



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

14.09.2017 - 10:55

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Hoyvík hevur landað góð 1100 tons av makreli til Faroe Pelagis í Kollafirði.

Hoyvík hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Skipini gera skjótt av á feltinum, og taka ikki so nógv við til lands, av tí at bæði góðskan og prísurin er betri tá.

Tá ið Hoyvík var liðugur at landa, fóru teir aftur á makrelveiðu.