(Mynd: Sverri Egholm)

Hoyvik riggar til at fara á svartkjaftaveiðu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

17.05.2017 - 20:03

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Hoyvík, sum Thor eigur, kom á Havnina í gjár, har tað skal riggað seg til at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Hoyvík hevur verið ein túr eftir makreli síðan skipið kom í føroyska flotan fyrr í ár. Skipið hevur síðan tá ligið i Vestmanna, har teir hava bíðað eftir, at Fiskimalaráðið hevur býtt svartkjaftin ut.

- Hoyvik hevur ligið á Vestmanna seinastu tiðina, tí bíða hevur verið eftir at sleppa á svartkjaftaveiðu. Tað er spell at tað hevur gingið so long tíð, av ti at bæði nøgdin og prísur nu er minkaður, upplýsir Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

So skjott kunngerðin er klar verður loyst, verður sagt.

Við skipinum vera 9 mans og skipari verður Hildibjartur Olsen úr Vestmanna.