Savnsmynd: Sverri Egholm

Hoyvík verður nú sleipað til Havnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

11.01.2018 - 14:26

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Hoyvík, sum fekk maskintrupulleikar á makrelfeltinum vestanfyri Hetland fyrr í vikuni, skal nú sleipast til Havnar, har trupulleikin skal loysast.

Brimil kom uppsjóvarskipinum til hjálpar, og sleipaði Hoyvík á Fuglafjørð, har teir skuldu landa tey 1300 tonsini av makreli, sum teir høvdu fiskað.

Ein partur av veiðuni varð landaður til Pelagos og hin fór í bilum til Vestmanna Seafood.

Hildibjartur Olsen, sum er skipari umborð á Hoyvík, upplýsir, at skipið nú verður sleipað til Havnar.

- Tað var eitt stempul, sum brotnaði, og nú skal skaðin, sum stóð av tí so gerast aftur, upplýsir skiparin.

- Eftir sum, at vit nú skulu taka motorin sundur, verður hann eisini klassaður, og eg vænti at vit eru klárir aftur til fiskiskap um eini 3 vikur, og tá er ætlanin at fara aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri, upplýsir skiparin.