Mynd: Sverri Egholm

Hoyvík verið royndartúr í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.02.2018 - 21:10

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Hoyvík úr Havn, hevur seinastu tíðina ligið meðan motorurin er umvældur og klassaður.

Hoyvík var til fiskiskap tá ið eitt stempul brotnaði, og skipið var síðan sleipað á Fuglafjørð, har tað landaði veiðuna áðrenn tað varð sleipað til Havnar.

Í Havn varð motorurin tikin sundur, og tí avgjørdi reiðaríið eisini at klassa motorin.

Í dag fór Hoyvík ein royndartúr. Upplýst verður, at teir loystu á miðdegi, og at túrurin skuldi vara í 9 tímar.

Tá arbeiðið er liðugt fer Hoyvík aftur á svartkjaftaveiðu.