(Mynd: Sverri Egholm)

Hoyvíkingar ov sterkir fyri vestmenningar

Sverri Egholm

21.09.2017 - 21:30

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Broytingar eru hjá báðum liðum í mun til síðsta ár, men hoyvíkingar vóru knáir og vunnu trygt á vestmenningum.

VÍF var í kvøld á vitjan hjá meistarunum úr H71. Hóast útiliðið byrjaði betri, men so við og við vaknaðu hoyvíkingar og støðan í hálvleikinum var 13-10 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki brendi VÍF nógvar møguleikar meðan H71 skoraði í hinum endanum. Úrslitið gjørdist 27-20.

Á Skála vann Neistin ein tættan dyst móti StÍF. Úrslitið gjørdist 25-21 við einari hálvleiksstøðu á 13-12.

Team Klaksvík vann í gjár óvæntað 19-18 á heimavølli ímóti Kyndli

H71 - VÍF 27-20 (13-10)

Stif - Neistin 21-25 (13-12)
Toppskjuttar:
Allan Norðberg, Pætur Johansen og Sveinur Justinussen (Stíf), 5 mál hvør
Høgni Zachariasen og Teis Horn Rasmussen (Neistin) 6 mál hvør

Sunnudagin verða tveir dystir leiktir
H71 - Kyndil (16:00)
Team Klaksvík - Neistin (17:00)