Mynd: Jens Kr. Vang

Hoyvíkingar vunnu fyrsta finaludystin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

19.04.2017 - 21:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Ein fullsett høll í Vestmanna var í kvøld vitni til eina sera spennandi finalu millum VÍF og H71. Hetta var fyrsta finalan millum liðini bæði, og dysturin var so at siga púra javnur.

Liðini skiftust um at skora og við sera góðum málmonnum hjá báðum pørtum gjørdist tað sera spennandi
Hálvleiksstøðan var 13-13.

Síðstu fimm minuttirnar fingu vestmenningar fleiri útvísingar og spældu í fleiri førum við fýra ímóti seks, men Mladen í VÍF-málinum helt vestmenningum inni í dystinum. Tað var tó ikki nokk og tað koppaði akkurát til H71 við úrslitinum 28-27.

Men sum hjá kvinnunum, so er framvegis einki avgjørt. Annar dysturin millum hesi liðini verður kl. 16.

Síggj myndir frá dystinum her