Hallur Joensen (her saman við Stephen Pride á Countryfestivalinum í summar) spælir við Streymin (Savnsmynd)

Hugni og tónleikur á handilsøkinum við Streymin

Ingi Samuelsen

22.09.2017 - 12:44

Mentan > Sundalagið

Í dag verður skipað fyri ymsum tiltøkum á handilsøkinum við Streymin í sambandi við mentanarvikuna í Sunda kommunu.

Handlarnir eru á tremur við nýggjari vøru og í teltinum verður møguleiki at smakka ymiskt og eisini at planta blómuleykir.

Í kvøld verður tónleikur á skránni. Klokkan 20 fer Hallur Joensen á pall á økinum uttan fyri Bónus, og kl. 22 verður konsert við Páll Finnur Páll.