(Mynd: M!)

Hugsi ikki um at allar Føroyar síggja meg nakna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

27.01.2018 - 20:05

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Katrina Maria Christiansen var í vikuni kosin ársins sprund hjá mannfólkablaðnum M!. Hon fekk nógv flest atkvøður millum lesararnar hjá blaðnum.

25 ára gamla havnardaman er ikki bangin fyri at vísa sín kropp fram, og hóast Føroyar eru eitt lítið samfelag, hugsar hon ikki um, at øll í Føroyum møguliga síggja hana nakna ella á myndum, har lítið er latið til hugflogið.

- Nei, tað er ikki nakað eg hugsi so nógv um, sigur hon.

Hon greiðir frá, at hon ikki fær serliga nógvar negativar viðmerkingar frá føroyingum um tað, hon ger.

- Sjálvandi eru tað summi, sum ikki dáma tað, men tað er ikki nakað eg hoyri nógv um. Tey flestu eru mega fitt og stuðlandi, greiðir Katrina Maria frá, og leggur afturat, at familjan hevur verið sera stuðlandi.

Stuttligt at blíva ársins sprund
Hvønn mánaða tilnevnir blaðið eitt sonevnt “Månedens crush”, og vísir eina flotta røð av myndum, tiknum av professionellum fotografi. Tá tað so nærkast ársskiftinum fáa lesararnir møguleikan at atkvøða um, hvørjar myndir vóru best.

Í hesum fekk Katrina Maria, sum prýddi M! í mars, ein fjórðing av atkvøðunum og vann heiðurin sum ársins sprund.

- Eg hevði als ikki ímyndað mær, at eg fór at vinna, og so slett ikki við so nógvum atkvøðum. Tað var ordiliga stuttligt, sigur Katrina Maria.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Katrina Maria er á M!. Í 2007 og í 2012 prýddi hon eisini blaðið, sum tó ikki verður givið út á pappíri longur.

Manchester United
Katrina Maria hevur ein serligan tokka til fótbóltsliðið Manchester United, og hevur bygt sær ein fylgjaraskara upp á sosiala miðlinum Instagram, har hon leggur myndir út av sær sjálvari í lítið øðrum enn einari reyðari ella svartari fótbóltstroyggju.

Hetta er ikki farið framvið hjá útlendskum miðlum, sum seinastu mánaðirnar hava skrivað óført um havnargentuna. Eitt nú bretsku Daily Star og Daily Mail hava skrivað tíðindastubbar um hana.

- Tað er sera merkiligt at síggja, at so nógvar ymiskar tíðindasíður um allan heimin skriva um meg og vísa myndir av mær. Tey seta seg ikki í samband við meg áðrenn, so ofta er tað onkur av mínum fylgjarum so fortelur mær tað.

Og hetta er heldur ikki tað seinasta vit síggja til hana. Í næstum fer hon at taka nýggjar myndir fyri M!, og hon dylir ikki fyri, at Manchester United aftur verður partur av myndunum hesuferð.

Eisini hevur onkur innan sjónvarpsframleiðslu verið í samband við Katrinu Mariu, men tað fær hon ikki sagt meira um.

Katrina Maria Christiansen er í dag búsitandi í Keypmannahavn og er lesandi á Københavns Universitet.

Les eisini: Katrina Maria er ársins sprund