Ragnar Zachariasen frá Zeta arkitektum greiðir Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, frá teirra ætlan (Mynd: mmr.fo)

Hugskot um Hoydalar verða sýnd fram


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

06.09.2017 - 10:16

Mentan >

Ein nýggj framsýning er nú at síggja í framsýningarhølinum í gongini á veghæddini í Mentamálaráðnum við Hoyvíksvegin.

Talan er um tvey av innkomnu uppskotunum um, hvat økið og bygningarnir í Hoydølum skulu nýtast til, tá studentaskúlin og HF skeiðið flyta í Glasir í Marknagili.

Tilsamans 46 uppskot komu inn, tá Mentamálaráðið heitti á fólk um at siga sína hugsan, og tvey av uppskotunum høvdu – umframt skrivliga frágreiðing – eisini visuelt tilfar, sum undirbyggir uppskotini.

Talan er um uppskotið hjá Zeta arkitektum, sum í samstarvi við Bústaðir ætla at nýta høvuðsbygningin til íbúðir í ymsum støddum og ein barnagarð, Sanatorie til matstovu og leigukømur, umframt at gera ein kreativan verkstað í Nýggja Húsi.

Hartil er ætlanin at nýta ein part av sjálvari fløtuni til at gera heilt smáar leigugarðar, har fólk kunnu velta epli ella annað grønmeti. Eisini er ætlanin at gera smáar gøtur runt um í økinum. Tekningarnar hjá Zeta arkitektum eru hongdar upp, umframt at eitt lítið modell av ætlanini er sett fram.

Eisini LISA hevur gjørt ein bókling, sum vísir teirra ynski um at skipa ein listadepil í Hoydølum. Hesin bóklingurin liggur somuleiðis frammi til fólk at síggja og blaða í.

Sí: Listafólk ynskja sær Hoydalar

Av tí, at uppskotini um Hoydalar hava áhuga millum fólk, kunnu hesi bæði uppskotini, ið sum tey einastu hava visuelt tilfar, nú síggjast í framsýningarhølunum hjá Mentamálaráðnum.

Gerast skal vart við, at hóast almenningurin nú fær høvi at síggja hesi bæði uppskotini, er avgerð enn ikki tikin um, hvussu Hoydalar skal nýtast framyvir – og framsýningin gevur ikki fyrimun í viðgerðini av málinum.

Framsýningin verður tikin niður aftur um tvær vikur.