Mynd: Tórshavnar kommuna

Hugskotskappingin farin í gongd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

05.11.2015 - 11:17

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Tórshavnar kommuna hevur samtykt byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum, og næsta stigið í verkætlanini er hugskotskappingin, ið snýr seg um, at ráðgevaratoymini, ið eru undangóðkend av kommununi, skulu geva síni boð upp á bestu loysnina til skúlan.

Kommunan hevur undangóðkent fýra ráðgevaratoymi at luttaka í hugskotskappingini, og tey eru longu farin í gongd við at snikka saman boðini. Tey eru:

  • Elvi (Selman Nielsen Arkitektar, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, LBF og SMJ)
  • BIGKONTRAST (BIG-Bjarke Ingels Group, Konstrast byggilist og byggifrøði)
  • Árni Winther Arkitektar, Zeta Architects, SMJ og LBF
  • MAP Arkitektar, Arkitektar 99, LBF og PB Consult.

Loysnirnar skulu lýsa snið, bygnað, ætlan, staðseting, atkomu, hvussu bygningurin ella bygningarnir hanga saman og knýtið millum ymisku virksemini.

Freistin at lata uppskotið inn er fríggjadagin 18. desember, og tá skal kommunan velja bestu verkætlanarloysnina av innkomnu uppskotunum.

Sjálv skúlabyggingin verður skipað í trý byggistig. Sambært tíðarætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í juli 2018, og tá flytur miðdeildin (4.- 6-fl.) inn í skúlan. Annað byggistig er til hádeildina (7.-9.fl.), og tað verður liðugt í juli 2019. Í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flytur grunddeildin (forskúli-3. fl. og frítíðarskúli) inn í skúlan.