Mynd: Gary Neville / Instagram

Hugtungir føroyskir Liverpool-fjepparar

Sverri Egholm

10.03.2018 - 19:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fleiri føroyingar vóru til dystin millum Manchester United og Liverpool á Old Trafford seinnapartin. 

Heimaliðið vann dystin 2-1. Tað var Marcus Rashford, sum fekk bæði málini í fyrra hálvleiki, og tí sá ikki so gott út hjá Liverpool.

Í steðginum komu hugtingir føroyskir Liverpool fjepparar á skíggjan hjá viðmerkjaranum hjá Sky Sports og fyrrverandi fótbóltsspælaranum hjá United, Gary Neville.

Hann legði myndina á Instagram og vónaði, at føroysku fjeppararnir eisini fóru at vera líka tungir í huga í seinna hálvleiki.