Hull City flytur niður

Ingi Samuelsen

14.05.2017 - 15:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er nú avgjørt, at tað vera liðini Sunderland, Middlesbrough og Hull City, sum mugu tungu leiðina niður úr Premier League og niður í Championship.

Í dag tapti Hull stórt móti Crystal Palace. 4-0 gjørdist úrslitið, har Hull hevði lítið av vísa. Úrslitið avgjørdi niðurflytingina úr bestu deildini, hóast eitt umfar er eftir.

Við 34 stigum hevur Hull ikki møguleika at fáa Swansea aftur, sum sostatt hevur tryggjað sær enn eitt ár í Premier League.

Tað er avgjørt fyri tíð síðani, at Middlesbrough og Sunderland flyta niður. Liðini hava í løtuni 28 og 24 stig, Sunderland hevur tveir dystir eftir at spæla.

Uppflytingin til Premier League er eisini greið. Newcastle og Brighton flyta beinleiðis upp í Premier League.

Nummar 3, 4, 5 og 6 skulu kappast um seinasta plássið. Hesi liðini eru Reading, Fulham, Sheffield Wednesday og Huddersfield.

Í gjár spældu Fulham og Reading javnleik 1-1. Huddersfield og Wednesdey spæla í løtuni.

Liðini skulu spæla ein dyst afturat, áðrenn uppflytingarfinaluna á Wembley 29. mai.