Gary Cahill (t.v.) og Ryan Mason (t.h.) brustu saman í januar 2017 (Mynd: Scanpix Denmark)

Hull-leikari má gevast eftir samanbrest við Chelsea-leikara

Ari av Rana

14.02.2018 - 18:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í januar 2017 spældu Chelsea og Hull dyst móti hvør øðrum. Chelsea hevur hornaspark, og inni í brotsteiginum hjá Hull er Chelsea-verjuleikarin Gary Cahill komin við fram.

Tá bólturin verður skotin inn, hoppar Gary Cahill upp og brestur høvdið saman við høvdið hjá Hull-leikaranum Ryan Mason. Ryan Mason lá í 10 minuttir, meðan hann fekk læknaviðgerð. Hann bleiv síðani borin av vøllinum við súrevnismasku. Ryan Mason fekk skallabrot.

Nú hevur 26 ára gamli Ryan Mason boðað frá, at hann gevst við fótbóltinum. Hann kom seg aldrin av skallabrotinum.

- Eg eri brotin av tíðindunum um Ryan Mason. At berjast um eitt hornaspark er nakað, sum vit hava gjørt túsund ferðir, og at síggja hvørjar avleiðingar hetta fekk fyri ein toppleikara sum Ryan er hjartaskerandi. Eg sendi allan mín kærleika til hann og hansara familju, og ynski honum alt tað besta framyvir, skrivar Gary Cahill á Twitter.

Átta dagar eftir samanbrestin og eftir skurðviðgerð segði Ryan Mason, at hann var takksamanur fyri at verða á lívi. Nú 13 mánaðir eftir samanbrestin er einki annað at gera enn at enda yrkisleiðina.

- Eg havi einki annað val enn at enda yrkisleiðina, av tí at vandarnir, sum skaðin hevur við sær, eru ov stórir. Eg steðgi við upplyftum høvdi, eftir at hava gjørt alt eg kundi seinastu 13 mánaðirnar fyri at halda fram á vøllinum, sigur Ryan Mason.

Ryan Mason gjørdist dýrasti leikari í Hull nakrantíð, tá hann bleiv keyptur fyri áleið 100 milliónir krónur frá Tottenham. Ryan Mason spældi 143 dystir og skoraði 14 mál í síni 10 ára longu yrkisleið á hægsta støði.