Humanistafelag Føroya stóra framgongd aftaná Gud signi Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

22.04.2018 - 11:12

Tíðindi > Trúarlív

Humanistafelag Føroya hevur havt stóra framgongd aftaná sendirøðina "Gud signi Føroyar".

Felagið gav sína hugsan til kennar í 4. og 6. parti av "Gud signi Føroyar", tá ið fólkakirkjan og fólkaskúlalógin vórðu viðgjørd. Felagið, sum annars hevur havt 45 limir í fleiri mánaðar, hevur nú fingið 13 nýggir limir uppá einans tríggjar dagar.

Humanistafelag Føroya fegnast um hesa stóru framgongd og vónar, at hetta er við til at varpa ljós á vaksandi ynskið um einar Føroyar, sum rúmar øllum menniskjum.

Øll kunnu gerast limur í Humanistafelag Føroya - kom og ger mun við at skriva okkum eini boð á Facebooksíðu okkara.

Humanistafelag Føroya