(Savnsmynd: EPA)

Hurlivasi tá Magnus Carlsen telvaði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

29.12.2017 - 15:04

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Heimsmeistarakappingin í snartalvi í Riyadh í Saudi Arabia hesar dagarnar, og heimsins besti telvari, norski Magnus Carlsen, er við.

Magnus Carlsen telvaði í dag ímóti russiska Ernesto Inarkiev, og eftir eina løtu var alt ein stórur hurlivasi.

Ernesto Inarkiev gjørdi eina ólógliga flyting, sum Magnus Carlsen ikki varnaðist. Tá Inarkiev so vísti á, at flytingin, sum Carlsen gjørdi aftaná, var ólóglig, valdi dómarin at kjósa russaran sum vinnara, tí at tað er tann fyrsti, sum ger vart við ólógligu flytingina, sum vinnur. 

Carlsen valdi at kæra avgerðina til høvuðsdómaran, sum avgjørdi, at leikurin skuldi halda fram frá tí ólógligu flytingini. Hetta vildi Inarkiev ikki hoyra talan um , og noktaði at spæla víðari. Magnus Carlsen bleiv tí kosin fyribils vinnari, meðan dómararnir kanna málið, skrivar NRK.

Flytingin, sum talan er um, fór fram, eftir at Magnus Carlsen hevði sett kongin hjá Inarkiev í skák. Men ístaðin fyri at flyta kongin, valdi Inarkiev at gera ólógliga flyting, sum setti kongin hjá Carlsen í skák. Carlsen varnaðist hetta ikki, og flutti sín kong, nú hann stóð í skák. Tá gjørdi Inarkiev vart við ólógligu flytingina, og hurlivasi varð.