Mynd: Landsverk

Hvalbiartunnilin komin í tingið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.03.2018 - 12:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Nú er Hvalbiartunnilin loksins komin í tingið. Tað er Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið.

Nýggjur tunnil verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Eisini skal vegur gerast frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn.

Samlaði kostnaðurin fyri tunnilin verður í mesta lagi 272 milliónir krónur, sigur landsstýrismaðurin.

7 milliónir krónur skulu setast av til í ár, 52 milliónir krónur í 2019 og góðar 100 milliónir í 2020 og 2021. Í 2022 skal tunnilin standa liðugur og tá skulu 6 milliónir krónur setast av til snøklar og annað.

Núverandi tunnil varð liðugur í 1963 og er tann elsti í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Farleiðin liggur høgt, vegurin er smalur og nóg so brattur. Hvalbiartunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu. Verandi farleið er ein forðan fyri vinnumenning og útbyggingum norðan fyri tunnilin.