Hvalbingar nøgdir við tiltøkini

Ingi Samuelsen

13.08.2014 - 00:20

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Talan var um eitt óalmindiliga væl fyrireikað arbeiði. Soleiðis sigur Rúni Thomsen, varaborgarstjóri í Hvalba um fyrireikingarnar til grindadrápið, sum ongantíð gjørdist til nakað í dag.

Við útvarpið í kvøld segði Rúni Thomsen, gott skil var á arbeiðinum. Løgreglan valdi at byrgja økið við sandin av, og so stóðu politistar á vakt saman við grindaformonnum, sum gjørdu av hvørji skuldu fáa atgongd til drápið.

- Grindaformenninir kenna menninar, og vita hvør dugur er í teimum, so teir valdu út hvørji skuldu sleppa oman á sandin, segði Rúni Thomsen við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya.

Sí eisini: Myndir: Fyrireikaðu seg til grindadráp í Hvalba