Hvalvík tekur ímóti træskipunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

05.07.2014 - 03:28

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv

Nógv fólk vóru savnað á havnarlagnum í Hvalvík, tá træskipini í Føroya Regatta um 19-tíðina í kvøld løgdu at landi. Fyrsti teinurin á regatta-túrinum í ár var úr Hvalba til Hvalvíkar.

Sunda kommuna tók ímóti við horntónleiki frá Havnar Hornorkestri og røðum. Heðin Zachariassen borgarstjóri heilsaði træskipunum vælkomnum til Hvalvíkar og til Sunda kommunu fyri fyrstu ferð í slíkum sambandi. Bátahylurin í Hvalvík er undir umvæling í løtuni og einki er at ivast í, at Hvalvík er við at fáa umstøður, sum eru í toppklassa fyri frítíðarsiglarar - eisini fyri teimum í teimum størru træskipunum.

Eftir at røður vóru hildnar var høvi hjá almenninginum at vitja umborð á søguligu skipunum, ið vóru skimmað og pussað til endamálið.

Í teltinum á havnarlagnum var møguleiki at keypa góðan mat, tilgjørdur á grillini hjá Hotel Hafnia. Børnini kundu stuttleika sær við eini spurnarkapping um seglskip, ið varð gjørd til endamálið.

Seinni um kvøldi var so bæði føroyskur og enskur dansur í teltinum.

Regattan heldur fram í morgin leygardagin, tá farið verður úr Hvalvík um 9.30 tíðina og kós verður sett móti Nólsoy. Í Nólsoy verður skipað fyri ymsum tiltøkum, bæði seinnapartin og um kvøldið í samband við vitjanina av træskipunum.

Skipini fara víðari kl. 16 leygardagin og leggja kós móti Skálafjørðinum har móttøka verður á havnalagnum í Runavík klokkan 19 við røðu og tónleiki. Skipað verður fyri togtogan millum skipsmanningarnar, og seinni verður bæði felagssangur og dansur, føroyskur eins væl og útlendskur. Eisini verður ein sangkapping millum bátsmanningarnar.