Amerikanski forsetin Donald Trump og norðurkoreiski leiðarin Kim Jong-un (Mynd: Scanpix)

Hví er fundurin millum Trump og Jong-un so týdningarmikil?

Oda Strøm

11.06.2018 - 07:51

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Uppá eitt hálvt ár eru amerikanski forsetin og leiðarin í Norðurkorea farnir frá hóttanum um kjarnorkukríggj til at avtala at møtast í persóni at fundast - og tíðindastovur kring allan heimin fylgja við.

Men um tú situr sum nógv onnur og undrast á, hví akkurát hesin fundurin er so týdningarmikil, hevur altjóða korrespondenturin hjá DR, Steffen Gram, nøkur svar.

Tað er fyrstu ferð, at ein sitandi amerikanskur forseti og ein leiðari í Norðurkorea hittast, og orsøkin er, at báðir partar kenna seg noyddan, skrivar DR. 

- Tað er tann heilt nýggja støðan, at Norðurkorea hevur kjarnorkuvápn og missilir, sum kunnu flyta eina kjarnorkubumbu frá Norðurkorea til USA. USA kennir seg hótt og ynskir tí at steðga hesum. 

- Norðurkorea ynskir at tryggja, at stýrið og landið yvirlivir. Kim Jong-un brúkar sítt kjarnorkuvápn til at samráðast við. Tað er tí partarnir møtast nú, sigur altjóða korrespondenturin hjá DR. 

Toppfundurin millum Donald Trump og Kim Jong-un byrjar í morgin. Fundurin verður hildin í Singapor á luksushotelli, og báðir partar eru komnir til landið.