(Mynd: Shutterstock)

Hvør er sunnasta kropsvektin?



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

04.03.2018 - 09:07

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Í eini roynd at finna ta vekt, sum hevur við sær minst vanda fyri at doyggja ov tíðliga, hava granskarar í Norra samlað data frá meir enn 30 mió. fólki. Niðurstøðan leggur upp til, at yvirvekt ikki er tann stóri trupulleikin, men fiti og royking økja um vandan í stóran mun.

Fiti er nevniliga rættiliga vandamikil - tá ið BMI nærkast 30, verður vandin fyri at fáa m.a. diabetes og hjarta-karsjúkur nógv størri. BMI áljóðandi 30 svarar til at vera 170 cm høgur og viga 87 kilo.

Tað er tó eiheldur ov sunt at vera ov klænur - eitt BMI áljóðandi 18,5 merkir, at persónurin vigar ov lítið og er í vandasonini.

Dagfinn Aune og hansara granskaralið samlaðu data frá heili 230 kanningum við tilsamans 30 mió. luttakarum, og niðurstøðan var, at tryggasta kropsvektin er tann, ið verður definerað sum "normalvekt". Persónar, ið aldrin høvdu roykt, og sum samstundis høvdu eitt BMI áljóðandi 23-24, vóru í minst vanda fyri at doyggja ov tíðliga.