Ben Arabo hyggur nú frameftir eftir stóru rationaliseringarnar í Atlantic Petroleum. Roynt verður at finna nýggj aktiv til felagið.

Atlantic Petroleum: Hyggja frameftir aftaná stóra rationalisering


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.08.2017 - 16:37

Oljan >

”Vit hava rationaliserað raksturin sera nógv, fyri at felagið skal hóðra undan, eftir avleiðingarnar av prískreppuni, men vit hava samstundis tryggjað okkum framleiðsluinntøku frá komandi ári, tá Orlando-feltið fer undir framleiðslu, og tað er gott grundarlag at hava fyri at byggja felagið uppaftur,” sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sum júst hevur lagt hálvársroknskapin fram.

Roknskapurin fyri annan ársfjórðing vísir góða millión í yvirskoti, meðan hálvársúrslitið er 6,4 mill. kr. í vinningi. Man væntar ein vinning fyri árið, tá avtornar. Eginognin er tó framvegis negativ, tó at tað gongur framá, eftir at man hevur rationaliserað felagið nógv og eisini hevur tryggjað sær eina inntøku í 2018 frá Orlando feltinum.

Hetta fyrsta hálvárið er tó ikki nógv hent. Nógv arbeiði varð lagt í at sleppa av við virksemið í Norra, og eftir at vera sloppin av við tað, so hevur felagið nú bara loyvi eftir í Bretlandi og eitt lítið týðandi loyvi í Írlandi.

Ben Arabo vísir á, at so leingi oljuprísurin er so lágur, er ringt at fáa nakað burtur úr loyvum, men man vil royna tað man kann. Okkurt av loyvunum er bara leitiloyvi.

Teir royna at fáa okkurt nýtt aktiv inn í felagið í hesum árinum. Og her verður so eisini hugt eystanfyri.

Atlantic Petroleum hevur figging til rakstur fram til 2019. Avtala varð gjørd við London Oil og Gas, sum gongur frá mai í 2016 og trý ár fram til summarið 2019.

Orlando-feltið skal eftir ætlan byrja at framleiða seint í 2018, og tá renna pengar inn aftur í felagið. AP fær 2% - 4,35% av umsetninginum á Orlandi, men felagið sleppur undan at seta pengar í sjálva útbyggingina av feltinum.