Mynd frá fríggjakvøldinum. Mynd: mittfo.dk

Hýrurin er sera góður hóast seinking í skránni

Marin Eidesgaard

06.09.2014 - 23:40

Tíðindi >
Lagið er gott á Míttland 2014, og festivalgestirnir sita fyri tað mesta við lítla pallin á økinum og njóta eina føroyska kalda, meðan konsertir hoyrast í bakgrundini. 

Alt hevur gingið eftir ætlan úti á Amager Strand bæði í gjár og í dag, men Annika Hoydal, sum skuldi fara á pall kl. 18.00 lokala tíð er ikki komin enn. Hon kemur á skránna aftur seinni í kvøld.

Veðrið í Keypmannahavn er sera gott, tað er stilt, turt og hitin liggur um eini 20 hitastig. Hóast nógv fólk eru á festivaløkinum, so mangla framvegis fleiri gestir, sum óivað koma seinni í kvøld.