Hýsan tykist vera komin fyri seg á Føroyabanka


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 12:26

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 28 hál vóru tikin.

Trolingin vísir, at nøgdin av hýsu er nú komin upp á sama støði, sum fyrr var vanligt. Nógv var til av smáari hýsu og tí kann væntast, at nøgdin í vekt fer at økjast komandi árið, so hvørt sum hýsan veksur, skrivar Havstovan á netinum.

Tað var eisini nakað av smáum toski at fáa, men samlaða toskanøgdin í vekt var framvegis sera lítil í mun til tað, sum fyrr var vanligt. Hetta var eitt sindur óvæntað, við tað at toskur og hýsa plaga at fylgjast í nøgd ár fyri ár.

Magakanningarnar vístu, at tað var nakað til av stórari nebbasild, meðan nøgdin av krabbdýrum var sera lítil.

Frágreiðingin frá túrinum kann lesast her