(Mynd: Krabbameinsfelagið)

Í dag byrjar Movember

Ari av Rana

01.11.2017 - 14:53

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Mánaðurin, har menn lata yvirskeggi vaksa, fyri at minna hvønn annan at lurta eftir heilsu síni, er byrjaður. Tað er ein sannroynd at menn eru treiskir, og ikki vilja fara til lækna, hóast okkurt er galið. Movember, er mánaðurin har vit so minna hvønn annan á, at tað er týdningarmikið at lurta eftir kroppinum, og at fara til lækna, er okkurt galið.

Í samband við Movember hevur Krabbameinsfelagið latið gjørt endurskin fyri at minna menn á hetta sama, og taka sína heilsu í álvara. Endurskinið kann keypast umvegis nethandilin á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum og á Tjaldurs Apotekið í SMS.