Í dag er altjóða pannukøkudagur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.02.2018 - 15:26

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Í dag er altjóða pannukøkudagur, so er tað nakar dagur, har tað er í ordan at eta eina tvær ella fýra pannukøkur ov nógv, so er tað dagurin í dag.

Altjóða pannukøkudagurin er altíð fyrsta týsdagin eftir føstulávint, og alsamt fleiri taka dagin til sín. Dagurin handlar í botn og veru um at eta óvanliga nógvar pannukøkur.

Pannukøkudagurin er ein hugnalig kristin siðvenja frá gamlari tíð. Dagurin kallast Hvíti Týsdagur, men fleiri og fleiri eru farin at kalla hann pannukøkudagur. Í gomlum døgum ótu fólk hveitibreyð, pannukøkur og mat við mjólk á Hvíta Týsdegi.



beint nú