Í dag fáa vit at vita hvar ein møguligur flótandi flogvøllur skal vera

Jógvan Hugo Gardar

09.10.2014 - 17:42

Tíðindi >

Klokkan 14 í dag avdúkar bólkurin aftanfyri ein møguligan flótandi flogvøll hvat tey hugsa við hesi ætkanini.

Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir at á flogoynni fara heimsins størstu flogfør at kunna lenda. Á flogoynni fer at bera til at lenda í mjørka og uttan turbulens, og har vera fýra innflúgvingarmøguleikar. Regulariteturin fer at vera nær við 100 prosent.

Fyrireikararnir síggja fyri sær at høvuðsvinna okkara fer við flogoynni at kunna senda stórar nøgdir av fiski til marknaðin og verða á marknaðinum við fiskinum innan fáar tímar. Sagt verður at skjóta og trygga atgongdin til marknaðin fer at hava við sær hægri prísir fyri okkara fiskavørur. Flogoyggin fer somuleiðis at hava týdning fyri ferðavinnuna og føroyingar sum heild.

Kostnaðurin fyri fyrsta byggistig, sum er ein vøllur uppá 3,3 km, verður 2,4 mia.