Komandi og verandi løgmaður í samrøðu á valkvøldinum

Í dag verður Aksel valdur til løgmann

Ingi Samuelsen

15.09.2015 - 08:43

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í dag fáa føroyingar nýggjan løgmann. Tá løgtingið kemur saman klokkan 10 í dag, tíggjunda yrkadagin eftir løgtingsvalið, verður ein av uppgávunum hjá nývalda løgtinginum at velja nýggjan løgmann.

Sambært dagsskránni skal løgtingið fyrst góðkenna valbrøvini og valúrslitið og síðan skal løgtingsformaður veljast og tríggir næstformenn tilnevnast. Tað er semja í nýggju samgonguni um, at Tjóðveldi fær tingformannin, og gitt verður, at hesin heiður fellur til Páll á Reynatúgvu, tingmann heiman av Sandi, sum hevur umboðað flokkin í formansskapinum seinasta valskeið.

Men hóast tað ikki stendur í skránni fyri tingfundin í dag, so skal løgmaður eisini veljast í dag, tí tað er jú eydnast Akseli V. Johannessen at finna fram til eina nýggja landsstýrissamgongu innan tíðarfreistina, sum hann fekk frá Jógvan á Lakjuni, fráfarandi tingformanni, eftir formansrunduna 3. september.

Og tá Aksel V. Johannessen er valdur til løgmann, fer hann eisini at tilnevna tey sjey landsstýrisfólkini, sum semja er í samgonguni at seta: Trý úr Javnaðarflokkinum, trý úr Tjóðveldi og eitt úr Framsókn.