Í fongsul fyri at selja sjúkum cannabisolju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.11.2017 - 13:55

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Sjúkuviðgerðir

46 ára gamli múrarin, Claus Nielsen, eisini kallaður ’Moffe’, hevur við rættin í Holbæk í dag fingið fongsulsdóm upp á hálvtannað ár fyri at selja cannabisolju.

Eitt ár av revsingini er treytað og skal sostatt ikki sitast, um hann ikki fremur líknandi lógarbrot aftur, skrivar Ritzau.

Oljan varð brúkt at koyra í sukurlátuknappar við tí endamáli at virka sum heilivágur til sjúk fólk og fólk, ið bardust við pínu.

Revsingin er bygd á, at Moffe og fýra onnur ákærd eru dømd sek í at hava brotið greinina í revsilógini, ið er um sølu av rúsandi evnum, eisini kallað ’narkoparagraffin’. Hetta tí, at Moffe hevur staðið á odda fyri eini skipaðari sølu av evninum, segði rættarformaðurin.

Fýra onnur vóru eisini ákærd í málinum, sum hevur fingið nógva umrøðu í donskum miðlum. Teirra millum kona Claus ’Moffe’ Nielsen. Hesi fýra hava øll fingi dómar upp á millum fimm og seks mánaða fongsul.

Ákærin hevði kravt trý ára fongsul, men rætturin sýndi mildleika móti teimum dømdu, varð sagt, eitt nú tí at tey ikki hava fingið serliga stóran vinning burtur úr søluvirkseminum, varð sagt.

Í apríl mánaði vitjaði Claus ’Moffe’ Nielsen í Føroyum har hann kunnaði um sítt virksemi. Millum annað á einum tiltaki í Smæruni, har tað eisini varð skipað fyri pallborðsfundi um evnið.

Framløgan hjá Moffe í smæruni kann síggjast á leinkjuni herundir