Í kvøld verður Europa League finalan spæld

Ari av Rana

16.05.2018 - 16:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld verður Europa League finalan í fótbólti spæld. Europa League verður ofta kalla tann lítla evropeiska steypakappingin, og hóast hon ofta ikki er eins spennandi sum tann “stóra” evropeiska steypakappingin, Champions League, so hava óvanlig nógv góð feløg verið við í kappingini ár.

Millum tey mongu liðini kunnu nevnast Arsenal, Napoli, Borussia Dortmund, AC Milan, Lyon og Villarreal. Eingin av hesum liðunum megnaðu tó at spæla seg í finaluna.

Liðini, sum fara í eldin í kvøld eru Marseille úr Fraklandi og Atletico Madrid úr Spania. Hóast Marseille kanska ikki hevur havt mest torføra vegin til finaluna, er tað eitt megnar avrik at verða við í kvøld. Atletico Madrid, sum byrjaðu kappingarárið í Champions League, men komu í Europa League eftir at hava enda nummar 3 í sínum bólki, hevur verið mett at verða ein av favorittunum allan vegin.

Atletico Madrid eru mettir at verða favorittar at vinna finaluna, men Marseille hevur meiri at spæla fyri í kvøld. Sigrandi liðið fær ikki bert steypið, men vinnur eisini luttøku í Champions League komandi kappingarár. Atletico hevur longu spælt seg í Champions League, meðan Marseille skal yvirhála tvey lið á síðsta leikdegi fyri at tryggja sær luttøku í heimsins fremstu fótbóltskapping.

Finalan verður spæld kl. 19:45.