Mynd: Sverri Egholm

Í løtuni ongar ábendingar um at eldurin varð ásettur

Sverri Egholm

07.12.2016 - 09:49

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Tað var beint áðrenn klokkan 20 í gjárkvøldið, at boðað var frá eldi í Bónus-handlinum í Hoyvík. Tað kann hugsast, at eldurin er ásettur.

- Vit arbeiða altíð við tí ringast tonkiliga frá byrjan av, fyri at samla so nógv spor sum møguligt. Tað gera vit eisini í hesum málinum, men í løtuni hava vit ongar ábendingar um tað, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur við Kringvarpið í morgun.

- Nógvur roykskaði er, og tá tað er ein matvøruhandil kann man ímynda sær, at tað hevur nógvar fylgiskaðar, sigur hann.

Handilin hevði opið, tá eldurin var fráboðaður, og løgreglan hevur samband við fleiri vitnir, men vil tó fegin frætta frá bólki, sum halda seg hava sæð okkurt, sum kann hava áhuga, veit Kringvarpið.

Sí eisini: Innsatsleiðarin: - Goymslan er burtur og handilin er fullur í royki

Sí eisini: Myndir: Eldur í Bónus í Hoyvík