Sara Olsvig, IA, fekk flest persónligar atkvøður. Mynd: IA

IA-forkvinnan gjørdist størsti atkvøðuslúkurin

Jógvan Hugo Gardar

29.11.2014 - 16:42

Tíðindi >

 Hóast Inuit Ataqatigiit (IA) tepurt tapti dystin um flest atkvøður á landstingsvalinum í Grønlandi, so gjørdist forkvinna floksins tann størsti atkvøðuslúkurin.

Her er listin yvir teir tíggju nýggju tinglimirnar sum fingu flest atkvøður:

1. Sara Olsvig, IA, (5.825 atkvøður)
2. 
Kim Kielsen, Siumut (4.604 atkvøður)
3. Hans Enoksen, Partii Naleraq (2425 atkvøður)
4. Nivi Olsen, Demokratarnir (1.428 atkvøður)
5. Andreas Rene Uldum. Demokratarnir (1.003 atkvøður)
6. 
Aqqaluaq B. Egede, IA (996 atkvøður)
7. Naaja H. Nathanielsen, IA (470 atkvøður)
8. 
Karl-Kristian Kruse, Siumut (341 atkvøður)
9. 
Knud Kristiansen, Atassut (311 atkvøður)
10. 
Mala Høy Kuko, Atassut (303 atkvøður)

Tann sum kom inn á 31. pláss - og fekk seinasta landstingssessin við fægst atkvøðum, var Anthon Frederiksen úr Partii Naleraq, ið fekk 85 persónligar atkvøður.