(Mynd: Inunnguaq Hegelund / sermitsiaq.gl)

Íbúgvar í Uummannaq flýggjaðu upp í fjøllini í nátt

Ingi Samuelsen

18.06.2017 - 10:48

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Íbúgvarnir við Uummannaq-fjørðin í Norðurgrønlandi fingu í nátt boð um at flýggja upp í hæddirnar, orsaka av flóðalduvandanum eftir ein jarðskjálvta.

Serliga var tað bygdin Nuugaatsiaq, ið varð rakt av flóðbylgjum. Grønlendskir miðlar siga, at nærum helmingurin av teimum um 100 fólkunum í bygdini nú eru flutt til Uummannaq.

Myndin heryvir er børnum á barnaheiminum í Uummannaq, sum leitaðu sær í trygd høgt uppi í nátt.

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Sermitsiaq

Les eisini: Jarðskjálvti hevði flóðaldu við sær