Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

ICES mælir til lækking av silda og makrelkvotunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

29.09.2017 - 17:43

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

ICES hevur latið tilmæli fyri, hvussu nógv kann fiskast av svartkjafti, norðhavssild og makreli í 2018. Talan er um eina lækking í kvotunum av sild og makreli, og ein lítil hækking fyri svartkjaft, samanborið við 2017.

Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Talvan niðanfyri vísir mest loyvdu burðardyggu veiðu (í tonsum) fyri uppsjóvarfisk í 2018 og broytingina frá 2017. Eisini sæst mett veiða í 2017.

Svartkjafturin heldur tørn. Nógvir góðir árgangir seinastu árini. Tó verður 2016-árgangurin mettur at verða undir miðal, og tí kann roknast við eini minking frá 2019.

Norðhavssildin er í minking og hevur verið tað seinastu árini, av tí at tilgongdin svíkur. Ongin góður árgangur er komin undan síðani 2004. Tó royndist 2009-árgangurin hampiliga væl, og vónirnar eru eisini hampiliga góðar til 2013-árgangin.

Fyri makrel eru fleiri orsøkir til stóru lækkingina í tilmælinum fyri komandi ár. Ein orsøk er, at stovnsmetingin var endurskoðað fyrr í ár, og hetta førdi til eina lægri meting av stovninum enn tað, sum stovnsmetingin í 2016 vísti. Eisini sær út til, at ov nógv verður fiskað í 2017 í mun til endaliga tilmælið. Hetta er tí, at londini ikki eru samd um býtið av makrelinum og tí ásettu egnar kvotur, sum tilsamans vóru munandi hægri enn tilmælið. Harafturat var ein rætting gjørd í tilmælinum í januar 2017, tá strandalondini longu høvdu ásett TAC, grundað á upprunaliga tilmælið, sum var 15% hægri enn endaliga tilmælið.

Slag 2017 2018 Broyting 2017-2018 Mett veiða 2017
Svartkjaftur 1342330 1387872 +3% 1559400
Norðhavssild 646075 546472 -15% 805142
Makrelur 857185 550948 -36% 1178850