Mynd: ÍF.fo

ÍF áleypari vístur av landinum

Jens Hákun Leo

20.04.2017 - 16:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Adeola Runsewe, nigerianski áleyparin hjá ÍF, sum kom til felagið undan kappingarbyrjan, hevur nú fingið boð um, at hann er vístur av landinum.

Hetta boðar ÍF frá á heimasíðu sínari í dag.

ÍF sigur herundir, at eftir at hava bíðað eftir arbeiðsloyvi síðani 23. februar hevur felagið nú fingið upplýst, at leikarin hevur uppihildið sær ólógliga uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark (og í Føroyum) síðan 30. juni 2016, tá ið sáttmálin hjá honum gekk út við Silkeborg IF.

27 ára gamli Adola Runsewe hevur leikt yvir 80 Superliga dystir og hevur umboðað feløg sum FC Midtjylland, Trelleborg, HB Køge og seinast Silkeborg IF.

Í ÍF eru tey, sum vera man, sera hørm um íkomnu støðuna, men sláa tó fast, at tey ikki hava havt varhugan av, at nakað ólógligt er farið fram.

- Adeola Runsewe og agenturin hjá honum hava ikki upplýst hetta fyri felagnum. Tískil hevur ÍF ikki havt varhugan av, at nakað ólógligt er farið fram, og felagið hevur bert bíðað eftir, at loyvið varð klárt, so hann kundi leika fyri ÍF. Av tí at arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá Adeola er útgingið fyri langari tíð síðani, eru hann og familja hansara útvíst av landinum beinanvegin, sigur ÍF hesum viðvíkjandi.

Runsewe skuldi fylla tómrúmið eftir Clayton Soares og Adeshina Lawal, men verður hetta nú av ongum. Nú kann ÍF ikki fáa nýggjan leikara í hópin fyrr enn til summarsteðgin.

- Felagið og agenturin hjá Adeola hava tosað saman um, hvussu málið skal avsluttast, og hetta er nú avgreitt í sátt og semju. Felagið hevur annullerað sáttmálin við Adeola, sigur ÍF, sum at enda leggur aftrat hesum viðvíkjandi, at...

- Hevði felagið havt hesa vitan frá byrjan, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Sera harmuligt og øll standa sum taparar í hesum málinum.