ÍF-liðið spældi ein sera góðan dyst í dag, og vann 3-1 á Mjølni (Mynd: Jens Kr.Vang)

ÍF er føroyameistari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

14.04.2018 - 17:55

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur
Mennirnir hjá ÍF kunnu nú kalla seg føroyameistarar. ÍF vann fyri løtu síðani 3-1 á Mjølni, har serliga seinasta setti var sannførandi hjá FM-vinnarunum:

ÍF – Mjølnir 25-19, 22-25, 25-22, 12-25

ÍF var omaná alt 1.setti, og høvdu ein góða leiðslu so at siga allan vegin. Men 2.sett gjørdist sera spenanndi. Mjølnir spældi sera væl stóran part av settinum, og sá eina løtu út til at vinna trygt. Men tað fór frá 21-10 til 24-22, og so var ÍF komið heilt tætt. Men Mjølnir megnaði tó at hála settið heim, og so var púra opið aftur.

Mjølnir kom eisini sera væl frá byrjan í 3.setti. Tað var eina løtu 7-2, men ÍF kom skjótt við aftr, og tað var eitt sera tætt sett. Tað var ÍF, ið endaði við at verða omaná, og nú manglaði bert eitt sett í , fyri at ÍF kudni tryggja sær føroyameistaraheiti.

Og í 4.setti var ongantíð nakar ivi. Mjølnir hevði ilt við at fylgja við, og ÍF var sera sannførandi, ogvann greiðan sigur.

ÍF endaði ovast í meistaradeildini, og var eisini betri yvir tveir dystir, sjálvt um klaksvíkingar góvu teimum ein skapran gang.