Tað var sera stórur fagnaður í skiftirúminum eftir sigurin á Kastrup



(Mynd: Niels Strøm Rødgaard)

ÍF Føroyar enn einaferð víðari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

12.06.2018 - 22:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Eftir sigur á FC Græsrødderne í undanfarna umfarið skuldi besta mansliðið hjá ÍF Føroyum í kvøld royna seg ímóti liðið frá hægri deild. Talan var um Kastrup BK úr Sjællandserien, ið liðið hjá Niels Strøm Rødgaard tók ímóti á heimavølli á Kløvermarkini.

Talan var um ein sera tættan dyst, ið fór allan vegin til brotssparkskapping. Føroyska liðið stríddist sera hart, og sjálvt um liðið í løtum spældi í undirtali, vegna gult kort, so hildu føroyingarnir fast(Í seriu-fótbólti er reglugerðin, at eitt gult kort gevur 10.min útvísing til leikaran).

Tað var málleyst eftir 120 minuttir, men í brotssparkskappingini vóru føroyingarnir tryggir. Teir skoraðu uppá øll síni fimm brotsspark, og tá Suni Ernstsson bjargaði einum av brotsspørkunum hjá Kastrup, so var avgjørt.

Leygardagin var endaliga greitt, at ÍF Føroyar aftur komandi ár spælir í Københavnerserien, og nú er liðið til reiðar til eitt nýtt umfar í steypakappingini, har føroyingarnir kunnu møta liðum frá 1. ella 2.división. Næsta  umfar verður eftir summarsteðgin.

ÍF Føroyar var uttan m.a. fyrrverandi landsliðsleikaran Boga Løkin, verjukempuna Teitur Tausen og liðformannin Tummas Justinussen.

ÍF Føroyar byrjaði við hesum liðinum í kvøld:
Suni Ernssson - Jóhan Jacobsen, Reidar Dahl Joensen, Heine Mortensen, Beinir Ellefsen - Álvur Christansen, Rógvi Poulsen, Rógvi Joensen, Teitur Justinussen, Ragnar Poulsen, Karstin Højgaard

Jens Michael Jensen og Martin Midjord komu inn frá bonkinum.