Mjønir stríddist væl,
men tað var ÍF ið dró longra stráðið.
(Mynd:Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

ÍF og SÍ b til reiðar til finaluna hjá monnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

11.02.2018 - 13:52

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Í gjárkvøldið leiktu ÍF og SÍ b seg í steypafinaluna hjá monnum, tá "Seinastu 4" var í KÍ-høllini.

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst, tá nummar 1 og 2 í meistaradeildini hittust í fyrru hálvfinaluni hjá monnum. ÍF vann seinast liðini hittust, og fuglfirðingar vóru eisini omaná í gjár. ÍF vann 3-1. Eftir at ÍF legði seg á odda, svaraði Mjølnir aftur í 2.setti. ÍF vann so tryggan sigur í triðja setti, og fjórða sett gjørdist ein gysari. ÍF var greitt á odda, men so kom Mjølnir buldrandi, og var nær við at heinta leiðsluna. Tað endaði tó 25-23, og sostatt er ÍF í steypafinaluni.

Seinna hálvfinalan var heldur serstøk. Har hittust SÍ a, ið spælir í Meistaradeildini, og SÍ b frá 1.deild. Liðið hjá SÍ í bestu deildini er sera ungt, meðan SÍ b er fylt við rutineraðum leikarum, har fleiri hava spælt á landsliðnum, og har millum annað Jørgen Niclassen, løgtingsmaðurin, er á liðnum. Tað vóru teir eldru, ið vunnu dystin 3-0. Tað var ikki tann heilt stóri munurin í settunum. Nú er spurningurin um rutineraða liðið megnar at koppa sterka ÍF-liðnum í finalunum.

Hálvfinalurnar hjá monnum:

ÍF - Mjølnir 3-1:

25-15, 16-25, 25-17 og 25-23

SÍ B - SÍ a 3-0:

25-21, 25-18 og 25-22.


Hjá kvinnum spældu Fleyr og Dráttur seg í finaluna, eftir sigrar á ávíkavist TB og Mjølni. Les meira: http://portal.fo/fleyr+og+drattur+i+finaluni+hja+kvinnum.html

Alt í alt var talan um ein væleydnaðan hálvfinaludag í Klaksvík.




beint nú